Sjósavnið søkir eftir stjóra

Sjósavnið søkir eftir stjóra
Føroya Sjósavn á Argjum skal avloysast av einum nýggjum sjósavni, og at standa fyri tí arbeiðinum verður nú søkt eftir nýggjum stjóra til savnið.
Føroya Sjósavn søkir nú eftir nýggjum stjóra, ið skal standa fyri arbeiðinum í sambandi við nýggja sjósavnið, ið skal byggjast
Mynd: Føroya Sjósavn  
 
02.04.2023 - 10:25

Nýggja sjósavnið, ið er mett at kosta einar 80 milliónir krónur, skal millum annað vera einasta sjósavn í heiminum við livandi hemara.

Nú verður søkt eftir stjóra til nýggja Sjósavnið, og skal hann leiða arbeiðið at fáa fíggingina endaliga upp á pláss, standa fyri byggingini og síðani at reka og menna nýggja savnið.

Sjósavnið skal vera ein miðdepil fyri altjóða gransking í arktiska havøkinum, sum Føroyar eru partur av.

Føroya Sjósavn er sjálvsognarstovnur, sum er fíggjaður við inntøkum frá rakstrinum og rakstrarjáttan frá Tórshavnar kommunu og landinum.

Freistin at søkja starvið sum stjóri á sjósavninum er 20. apríl, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109