Sethúsaeigarar gjalda skuld

Sethúsaeigarar gjalda skuld
Hóast sethúsaeigarar sannlíkt eru kroystir fíggjarliga av høgu prís- og rentuhækkingunum síðstu tíðina, so raðfesta teir framvegis at gjalda skuld niður.
Føroyskir sethúsaeigarar raðfesta at gjalda skuld niður, sigur Váðaráð Føroya
Mynd: Landsbankin  
 
01.04.2023 - 18:25

Í januar í ár vóru 95 prosent av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum lán við avdráttum. Samstundis vóru 87 prosent av samlaðu skuldini hjá húsarhaldunum við broytiligari rentu.

Tað merkir, at rentuhækkingarnar ávirka lánsgjøldini hjá allarflestu húsarhaldum, staðfestir Føroya Váðaráð, sum um dagarnar hevur havt sín tjúgunda fund.

Meginparturin av føroysku húsarhaldunum, ið hava skuld, skylda minni enn tvær milliónir krónur, og bara um tíggju prosent av húsarhaldunum hava eina skuld, sum er yvir tvær milliónir.

Húsarhaldini, sum skylda yvir tvær milliónir krónur og samstundis skylda meira enn tríggjar ferðir sína árligu inntøku, eru í miðal 27,8 ára gomul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109