Stór altjóða dartkapping um vikuskiftið

Stór altjóða dartkapping um vikuskiftið
Væl omanfyri 100 spælarar hava spískað sær pílarnar til tær báðar altjóða kappingarnar, Tórshavn Darts Open og Faroe Islands Darts Open, sum vera á Glasi um vikuskiftið
Glasir er aftur í ár karmur um altjóða kappingarnar, Tórshavn Open og Faroe Islands Open
Mynd: Havnar Dartfelag  
 
30.03.2023 - 14:43

Tvær stórar altjóða dartkappingar verða á Glasi um vikuskiftið, skrivar Havnar Dartfelag.

Havnar Dartfelag og Dartsamband Føroya skipa fyri Tórshavn Darts Open og Faroe Islands Darts Open, har umleið 125 dartspælarar fara at kappast.

Yvir 50 útlendskir spælarar vera við - millum annað vinnarin frá í fjør, Edwin Torbjørnsson, bretin, John Scott, og danin, Brian Løkken, ið hevur spælt í HM-endaspælinum fyri fáum árum síðani - og hesir skulu kappast ímóti sterkastu føroysku spælarunum, sum hava staðið seg væl í altjóða kappingum seinasta árið. Umleið 30 spælarar eru við í kappingini við kvinnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878