Sjey við fyri fyrstu ferð

Sjey við fyri fyrstu ferð
Føroyska landsliðið í badminton, sum skal kappast á Oyggjaleikunum í Guernsey, er tikið út, og heili sjey av 10 spælarum eru við fyri fyrstu ferð
Sjey av teimum 10 landsliðsspælarunum í badminton
Mynd: BSF  
 
30.03.2023 - 11:37

Føroyska landsliðið í badminton, sum skal umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey, er nú úttikið. Tað skrivar Badmintonssamband Føroya.

Av teimum 10 úttiknu eru ikki færri enn sjey, sum eru við á oyggjaleikunum fyri fyrstu ferð.

 - Vit fegnast um, at føroyskt badminton eigur stinnar leikarar, sum halda áfram at íðka, og somuleiðis ein sterkan hóp av yngri leikarum, sum eru klár at taka við, sigur Katrin Jacobsen, forkvinna í Badmintonsambandi Føroya.

Magnus Dal-Christiansen, Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini hava verið við fyrr. Eisini er ungdómslandsliðsvenjarin Wong Fai Yin partur av oyggjaleikahópinum.

Millum minni royndu íðkararnar teljast Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen, sum spældu FM-finaluna í fjør og blaðunga Ranja Joensen, sum enn hevur U15-aldur.

Í næstum verður Kontrast FM-kappingin hjá badminton, judo og borðtennis, og har verða onkrir av landsliðsspælarunum við.


Landsliðshópurin í badminton:

Fai Yin Wong HBF
Magnus Dal-Christiansen HBF
Árant á Mýrini MBF
Jónas Djurhuus HBF
Asbjørn Heide Olsen HBF
Mia Thorkildshøj HBF
Miriam í Grótinum HBF
Sanna Thorkildshøj HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen KBF
Ranja Joensen KBF

Landsliðsvenjari: Sune Gavnholt

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878