Velja ein nevndarlim aftrat í BankNordik

Velja ein nevndarlim aftrat í BankNordik
Tann, sum skal koma afturat, er danin Tom Ahrenst, ið er varastjóri í Nykredit
BankNordik hevur aðalfund fríggjadagin.
 
27.03.2023 - 08:43

Á aðalfundinum hjá BankNordik fríggjadagin hevur nevndin uppskot um at velja seks fólk í nevndina.

Tey eru fimm sum er.

Mælt verður til afturval. Og tann, sum skal koma afturat, er danin Tom Ahrenst, ið er varastjóri í Nykredit.

Starvsfólkini hjá BankNordik velja harafturat tríggjar nevndarlimir.

 

Hækka samsýningina

Nevndin hevur eisini uppskot um at hækka samsýningina hjá forfólkinum og næstforfólkinum.

Samsýningin hjá nevndarlimum verður framvegis 180.000 kr.

Nú fáa forfólkið og næstforfólkið ávikavist hálva triðju og hálvaaðru grundarsamsýning, sum eru ávikavist 450.000 og 270.000 krónur.

Uppskotið er at hækka upphæddirnar upp í tríggjar og tvær grundarsamsýningar, sum eru eru 540.000 og 360.000 kr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109