Sigrun Gunnarsdóttir: "Filmurin lýsir, hvør eg eri"

Sigrun Gunnarsdóttir: "Filmurin lýsir, hvør eg eri"
Myndlistakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir er høvuðspersónurin í heimildarfilminum "HEARTIST". Sjálv heldur hon, at leikstjórarnir hava dugað væl at lýst seg
Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir kennir seg aftur í lýsingini av sær í heimildarfilminum "HEARTIST", ið var frumsýndur á CPH:DOX í gjár
Mynd: Rógvi Langgaard  
 
20.03.2023 - 14:47

Í stórfingna heimildarfilminum "HEARTIST" síggja vit 72 ára gomlu listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir av Eiði.

Hon er tó ikki bert eitt listafólk, og listin fyllir ikki allan gerandisdagin.

Maðurin, børnini, ommubørnini, familjan og vinfólk hava eisini stóran týdning. 

Men snúningsásin í filminum er listin, og listakvinnan kennir seg sjálva aftur í filminum. 

20230320_NET_HEARTIST_05

 

Einfaldur myndaheimur

Sigrun Gunnarsdóttir er útbúgvin á Kongaliga danska listaháskúlanum í 1980, og tað var mitt í nítiárunum, at hon fann stílin, sum hon enn heldur fast í. 

Sigrun Gunnarsdóttir greiðir í filminum frá, at deyðin hevur havt eina stóra ávirkan á listina hjá sær.

Sjálv sigur hon, at stílurin er naivistiskur og surrealistiskur.

Tað er allarhelst ikki at taka munnin ov fullan at siga, at yrkisleiðin hjá Sigrun er í hæddini.

Orsøkin er einføld, heldur hon. 

"Tað snýr seg um at halda fast í tí, sum ein ger, og ikki gera mála málningar bert fyri at tekkjast fjøldini."

20230320_NET_HEARTIST_06

 

Í Føroyum verður "HEARTIST" frumsýndur fyri almenninginum í Filmsfelagnum mikudagin 5. apríl. 

Eisini verður filmurin sýndur í Løkshøll tann 11. apríl, og í Salti tann 12. apríl.


Tordur Niclasen, maður Sigrun, legði dent á, at Sigrun ikki mátti sleppa listini, eftir at tey fingu børn (Mynd: Kaj Joensen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114