Jinping hittir Putin í Moskva í dag

Jinping hittir Putin í Moskva í dag
Kinesiskir myndugleikar hava undan forsetavitjanini lagt fram eina ætlan í 12 stigum um vápnahvíld
Vladimir Putin og Xi Jingping hittast í Moskva í dag. Henda myndin var tikin í februar í fjør, tá Putin var á vitjan í Kina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.03.2023 - 08:08

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, er komin til Russlands og fer í dag at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, í Moskva.

Undan fundinum sigur Xi, har tað kann vera torført at enda kríggið í Ukraina.

- Eingin einføld loysn er á torgreiddum trupulleikum, skrivar Xi í eini grein í russiska blaðnum Rossiiskaya Gazeta, sum russiski staturin eigur.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, tekur væl ímóti ætlanunum hjá Kina um at hava uppbyggjandi leiklut í ósemjuni um Ukraina.

Putin sigur í grein í kinesiska blaðnum Renmin Ribao,  Fólksins dagblað, undan vitjanini, í dag, at hann er takksamur fyri, at Beijing hevur javnvigaða støðu í Ukraina-ósemjuni.

 

Viðurskiftini eru góð

Viðuskiftini millum Russland og Kina eru góð og eru enntá betri enn undir kalda krígnum, skrivar Putin í greinini.

Putin skrivar eisini, at Russland og Kina vilja hava rættvísa heimsskipan.

- Saman við samsintum fara okkara lond á skipaðan hátt at byggja upp eina rættvísa og fjølbroytta heimsskipan, sum er grundað á lóg og ikki á nakrar reglur, sum bara tæna áhugamálunum hjá "gull-milliardini", skrivar Putin.

Hugtakið "gull-milliard" er tilsiping til rík lond, sum stuðla Vesturheiminum.

 

Ætlan í 12 stigum

Kinesiskir myndugleikar hava undan fundinum í dag lagt fram ein ætlan í 12 stigum, sum Beijing heldur er rætta uppskriftin fyri at fáa vápnahvíld og síðani at enda ósemjuna í Ukraina.

Ukraina er jaligt um partar av avtaluni, men tað er USA ikki, skrivar Reuters.

Xi Jinping vitjar í Russlandi í tríggjar dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342