Søgulig avtala á Balkan

Søgulig avtala á Balkan
Ein søgulig avtala er komin undir land millum Serbia og Kosovo, so viðurskiftini teirra millum skulu gerast frægari.
Mynd: Dimitrije Goll/EPA-EFE  
 
19.03.2023 - 15:20

Tað er ES, sum hevur staðið fyri tingingunum millum londini bæði, sum hava verið í gongd í longri tíð.

Áður hava Serbia og Kosovo verið í kríggi við hvørt annað, men við avtaluni verða viðurskiftini meira vanlig aftur.

Millum tey ellivu punktini í avtaluni er eitt tað týdningarmesta, at Serbia ikki longur skal forða Kosovo frá altjóða felagsskapum sum eitt nú ST.

Eisini hevur tað týdning í avtalvuni, at Kosovo bindur seg til at geva kosovo-serbiska minnilutanum partvíst sjálvræði í ávísum pørtum av landinum.

Ikki øll eru so fegin um avtaluna, og í serbiska høvuðsstaðnum, Beograd, hava mótmælistiltøk verið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109