ST verjir kvinnurættindi

ST verjir kvinnurættindi
Fyri fyrstu ferð, eru limalondini í ST vorðin samd um at bøta um javnstøðu fyri kvinnur í einum talgildum heimi.
Norski mentanar- og javnrættindaráðharrin, Anette Trettebergstuen
Mynd: Kasper Stensaas  
 
19.03.2023 - 15:19

Eftir at hava tingast í yvir 90 tímar, er kvinnunevndin hjá ST komin ásamt um fleiri tilmæli at geva limalondunum, tá ið tað snýr seg um javnstøðu.

- Eg eri errin av okkara fólkum, sum nátt og dag hava stríðst fyri at fáa eitt gott úrslit, sigur norski mentanar- og javnrættindaráðharrin, Anette Trettebergstuen, við NRK.

Norsku umboðini, ið koma frá bæði myndugleikum, sivil-samfelagnum og vinnulívinum, hava staðið á odda fyri tingingunum.

- Vit hava rokkið einum úrsliti, ið verjir javnstøðu og mannarættindi hjá kvinnum og gentum, og millum annað fingu vit undirtøku fyri tiltøkum, ið forða fyri, at harðskapur verður lagdur til rættis um internetið, sigur hon.

Hetta er fyrstu ferð, at limalondini í ST eru vorðin samd um at betra javnstøðu fyri kvinnur í einum talgildum heimi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109