Finnast at útflutningsforboði

Finnast at útflutningsforboði
Grønlendska fiski- og veiðimannafelagið, KNAPK, finst at bráðfeingis forboðnum, grønlendska sjálvstýrið hevur sett fyri útflutningi av hvítfiski og hvølju.
Grønlendska sjálvstýrið hevur sett forboð fyri útflutningi av hvítfiski og hvølju
Mynd: KNR  
 
19.03.2023 - 10:14

KNAPK vísir á, at upprunafólkið hevur sín fulla rætt til at veiða hvítfisk og soleiðis at breyðføða seg, og tí rakar forboðið skeivt.

Orsøkin til forboðið er, at hvítfiskaveiða í Eysturgrønlandi er í stríð við altjóða lóggávu, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Men fiski- og veiðimannafelagið vísir á, at talan er als ikki um nakra beinleiðis framleiðslu við útflutningi fyri eyga, so tí gevur tað onga meining.

Einasta framleiðsla, talan er um, er hjá slaktarum í matvøruhandlum, og tann framleiðslan er lokal og ikki til útflutnings.

Ferðandi úr Grønlandi til Danmarkar kunnu taka hvítfisk og hvølju við sær til egið brúk.

Hinvegin ber ikki longur til at senda vinum og kenningum niðri upp í fimm kilo av hvítfiski og hvølju, sum fólk gera, men uttan nakað vinnuligt endamál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109