Svenskarar keypa inn í Norra

Svenskarar keypa inn í Norra
Yvirhøvur eru svensku matvøruprísirnir dýrkaðir 20 prosent hetta síðsta árið, og tí fara svenskarar til Norra at keypa inn.
Alsamt fleiri svenskarar fara til Norra at keypa inn, tí matvørurnar eru ov dýrar í Svøríki
Mynd: Vibecke Wold Haagensen/NRK  
 
19.03.2023 - 10:13

Vanliga hava tað verið norðmenn, ið eru farnir um markið til Svøríkis at keypa bíligar mat- og drykkjuvørur, men nú er hetta vent á høvdið.

Nú eru tað svenskarar, sum í alsamt størri mun ferðast hinvegin í somu ørindum.

Tað skrivar norska kringvarpið, NRK.

Tað eru serliga frukt og grønt, ið lokka svenskarar um markið, men eisini kjøt, breyð, fiskur, ostur og smør eru bíligari í Norra.

Yvirhøvur eru svensku matvøruprísirnir dýrkaðir 20 prosent hetta síðsta árið.

Men fyri einstakar vørur er príshækkingin nógv størri, tí eitt blommkál er nú 80 prosent dýrari og smør 48 prosent dýrari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109