Fiskimálaráðið fríkent

Fiskimálaráðið fríkent
Fiskimálaráðið er frídømt í sakarmálinum, sum Thor og BankNordik stevndu ráðnum fyri afturi í 2014.
Thor og BankNordik stevnu Fiskimálaráðnum, tí einki royndarloyvi til stinglaks fylgdi við skipinum. Nú er Fiskimálaráðið fríkent
 
18.03.2023 - 18:28

Málið byrjaði afturi í 2014, tá ið eitt skip hjá Thor ikki fekk royndarloyvi at fiska stinglaks, og tí stevndu Thor og BankNordik Fiskimálaráðnum.

Endurgjaldskravið hjá Thor og BankNordik ímóti Fiskimálaráðnum var komið upp í slakar seks milliónir krónur.

Føroya Banki keypti djúpvatnstrolaran “Phoenix” á tvingsilssølu tann 25. november í 2008, og síðst í 2009 keypti Thor skipið frá bankanum.

Einki royndarloyvi
Áðrenn hann fór á tvang, hevði “Phoenix” saman við tveimum øðrum skipum royndarloyvi at fiska stinglaks.

Vanligt er, at fiskiloyvi eru við, tá skip verða seld á tvingilsuppboði, og í bankanum og Thor hildu tey eisini, at “Phoenix” hevði royndarloyvi at fiska stinglaks.

Men har var einki royndarloyvi at fiska stinglaks.

Thor og BankNordik, sum skulu gjalda Fiskimálaráðnum 225.000 krónur í sakarmálskostnaði, hava nú møguleika at royna níggju ára gamla málið í Landsrættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008