103 vindmyllur upp í Hetlandi

103 vindmyllur upp í Hetlandi
Danska vindmyllufyritøkan, Vestas, sum er veitari og stendur fyri at seta myllurnar upp, hevur sett sær fyri at fáa sett allar vindmyllurnar upp í hesum árinum.
Mynd: Margaret Clark/Shetland News  
 
18.03.2023 - 17:52

Hetlendingar eru nú farnir undir at seta ikki færri enn 103 vindmyllur upp á hetlendska meginlandinum.

Tað veit Orkan.fo at siga frá hetlendsku bløðunum, og Shetland News og Shetland Times.

Vindmyllulundin hjá Viking Energy er á øllum breddum og forsíðum í Hetlandi í hesum døgum.

Millum annað hava hetlendingar somu avbjóðingar sum føroyingar, tá ið umræður at flyta teir 57 metra longu veingirnar eftir vegunum.

Men fyrstu veingirnir komu fram uttan stórvegis trupulleikar, so higartil sær út til, at arbeiðið gongur eftir ætlan.

Danska vindmyllufyritøkan, Vestas, sum er veitari og stendur fyri at seta myllurnar upp, hevur sett sær fyri at fáa sett allar 103 vindmyllurnar upp í hesum árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109