ICC: Vit fáa óivað tikið Putin

ICC: Vit fáa óivað tikið Putin
Høvuðsákærin í ICC heldur tað avgjørt vera gjørligt at fáa Putin í rættarsalin í Haag, tí tað hevur borið til fyrr.
Altjóða krígsbrotsmannadómstólurin í Haag
Mynd: ICC  
 
18.03.2023 - 13:42

At fáa russiska forsetan, Vladimir Putin, at vera til staðar í einum møguligum rættarmáli í altjóða krígsbrotsmannadómstólinum í Haag, er tann stóra avbjóðingin, nú ICC í gjár gav boð um, at Putin skal handtakast.

Men høvuðsákærin í ICC, Karim Kahn, heldur tað avgjørt vera gjørligt.

Hann vísir til støðuna í Nazi-Týsklandi og gamla Jugoslavia, har landsins leiðarar at enda kundu verða dømdir fyri tey krígsbrotsverk, teir høvdu gjørt.

- Teir høvdu allir stórt vald, men hóast hetta, endaðu teir í rættarsalinum, sigur høvuðsákærin við amerikansku sjónvarpsstøðina, CNN.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109