Ógvuslig mótmæli í Fraklandi

Ógvuslig mótmæli í Fraklandi
Annað kvøldið á rað vóru í gjárkvøldið í Fraklandi ógvuslig mótmæli ímóti eini pensjónsnýskipan, stjórnin ætlar at seta í verk.
Ógvuslig mótmæli vóru bæði í Paris, Lyon og Strasbourg
Mynd: Thomas Padilla/AP  
 
18.03.2023 - 10:24

Eini hundrað fólk eru handtikin í Paris, Lyon og Strasbourg, har talan var um serstakliga ófriðarlig mótmæli.

Fleiri staðni settu mótmælisfólk eld á, og politiið noyddist í fleiri førum at brúka táragass fyri at spjaða mótmælisfólkini.

Pensjónsnýskipanin leggur millum annað upp til, at fráfaringaraldurin verður hækkaður úr 62 upp í 64 ár.

Eisini í politisku skipanini er misnøgd við nýskipanina, og nú er eitt misálitisuppskot sett fram ímóti forsetanum, Emmanuel Macron.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109