Finnland vil hava Svøríki við

Finnland vil hava Svøríki við
Finski forsetin heldur ikki finska NATO-limaskapin vera fullfíggjaðan, um ikki Svøríki eisini er við.
Turkiski forsetin, Recep Tayyop Erdogan, og finski forsetin, Sauli Niinistö
Mynd: Adem Altan/AFP  
 
18.03.2023 - 10:22

Sauli Niinistö takkaði turkiska starvsbróðuri sínum, Recep Tayyip Erdogan, á tíðindafundi í gjár, eftir at Turkaland hevði sagt seg taka undir við, at Finnland fær limaskap í NATO.

Men finski forsetin var ikki bara takksamur, men valdi eisini at peika á løgnu støðuna, at Finnland kann fáa limaskap og Svøríki ikki:

- Finski NATO-limaskapurin er ikki fullfíggjaður, uttan at Svøríki eisini er við, segði Niinistö.

Spurdur, hvør munur er á Finnlandi og Svøríki, tá ið talan er um NATO-limaskapin, var turkiski forsetin hinvegin sera bersøgin:

- Svøríki tekur við opnum ørmum ímóti yvirgangsfólki, og vit síggja í heilum felagsskapir sum PKK og YPG mótmæla á gøtunum í Stockholm, segði Erdogan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109