Turkaland góðkennir nú finskan Nato-limaskap

Turkaland góðkennir nú finskan Nato-limaskap
Svøríki er framvegis úti í kuldanum, og enn er ógreitt, nær ella um Turkland fer at góðkenna svensku umsóknina um limaskap
Finski Nato-limaskapurin hevur eisini verið ein tungur burður, men nú tykist hann at vera loystur. Finski forsetin, Sauli Niinistö, og turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.03.2023 - 14:48

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, sigur nú alment, at Finnland kann gerast limur í Nato.

Tað upplýsti hann á tíðindafundi í dag saman við finska forsetanum, Sauli Niinistö, sum hevur verið á vitjan í Turkalandi.

Erdogan sigur, at turkiska tingið fer nú at góðkenna finsku umsóknina um limaskap í Nato, og hann væntar, at málið verður avgreitt í mai.

Spurningurin um Nato-limaskapin hevur staðið ovast á breddanum fyri vitjanini hjá finska forsetanum í Turkalandi.

Enn er ógreitt, nær ella um Turkaland fer at góðkenna svensku umsóknina um limaskap.

Higartil hevur eisini verið ógreitt, um Ungarn fer at atkvøða fyri finskum limaskapi í Nato, men í dag frættist, at ungarska tjóðartingið fer at atkvøða um bæði finsku og svensku umbønina 27. mars. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109