Kinesiski og russiski forsetin hittast í Russlandi

Kinesiski og russiski forsetin hittast í Russlandi
Vitjanin verður frá 20. til 22. mars, og er komin í lag eftir innbjóðing frá Putin
Putin og Jinping hittust í Usbekistan í fjør. Nú hevur Putin boðið kinesiska forsetanum til Russland.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.03.2023 - 08:51

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, fer í næstu viku á almenna vitjan í Russlandi, har hann fer at hitta russiska forsetan Vladimir Putin.

Tað upplýsa Kreml og kinesiska uttanríkismálaráðið, sambært Reuters og AP.

Vitjanin verður frá 20. til 22. mars, og er komin í lag eftir innbjóðing frá Putin, skrivar Reuters.

Teir báðir eiðararnir fara at skifta orð um altjóða- og landspartamál og um viðurskifti, sum hava við samstarvið og stragetiska samspælið millum Russland og Kina at gera.

Soleiðis lýsir Kreml vitjanina í almennari fráboðan. Í fráboðanini stendur eisini, at leiðararnir fara at skriva undir týðandi tvílandaavtalur.

Sambært Ritzau er hetta fyrstu ferð síðani russisku innrásina í Ukraina, at Vladimir Putin og Xi Jinping hittast andlit til andlits.

Men í september í fjør skrivaði Reuters, at russiski forsetin og kinesiski forsetin hittust á toppfundi í Usbekistan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109