900 vilja sleppa á miðnámsskúla

900 vilja sleppa á miðnámsskúla
40 færri hava søkt í ár og umleið 100 færri enn í 2021
Tey flestu hava søkt inn á gymnasialu breytirnar, men 183 hava søkt á yrkisrættaðu útbúgvingarnar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
16.03.2023 - 11:53

Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar var úti á midnátt, vóru 878 umsóknir komnar inn. Hetta eru 40 umsóknir færri enn í fjør, og umleið 100 færri enn í 2021, upplýsir Undirvísingarstýrið. 

Av teimum 878 umsøkjarunum, hava 677 søkt inn á gymnasialu breytirnar, 18 hava søkt inn á Heilsuskúlan og 183 á yrkisrættaðu útbúgvingarnar. 

Toppskjúttin gjørdist náttúrubreytin, sum fekk yvir 200 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum undanfarin ár. 

 

Fleiri gentur enn dreingir

Eins og undanfarin ár, eru tað fleiri gentur enn dreingir, sum søkja inn á miðnám.

Í ár eiga genturnar 58 prosent av øllum umsóknunum. Síðani 2015 hava gentur verið betri umboðaðar á gymnasialu breytunum, uttan á búskaparbreytini og tøknibreytini, har dreingirnir eru í meiriluta.

Síðani 2015 hevur talið á umsóknum verið minkandi. Talan er um 342 umsóknir færri enn í 2015. 

Farið verður nú undir at viðgera umsóknirnar, og umsøkjararnir fáa svar í seinasta lagi 21. apríl, sigur Undirvísingarstýrið.. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Morgunlestur leygardagur 15. mars 2025
188902
Fríggjadag 14. mars
Vikuskiftið 14. februar 2025
189224
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087