Magni Mohr vunnið altjóða heiður fyri gransking

Magni Mohr vunnið altjóða heiður fyri gransking
Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetrinum, er seniorrithøvundi á grein, sum American College of Sport Medicine hevur valt sum ársins grein
Á tíðindafundi: Magni Mohr spælir týðandi leiklut í A-landsliðstoyminum í fótbólti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2023 - 10:25

"The Role of Muscle Glycogen Content and Localization in High-Intensity Exercise Performance: A Placebo-Controlled Trial."

Soleiðis eitur greinin, sum American College of Sport Medicine hevur valt til ársins grein. Magni Mohr, professari á Setrinum hevur skrivað hana saman við donsku Jeppe F Vigh-Larsen, Niels Ørtenblad, Joachim Nielsen, Ole Emil Andersen og Kristian Overgaard, skrivar setur.fo.

Greinin var útgivin í fjør av viðurkenda vísindaliga tíðarritinum, “Medicine and Science in Sport and Exercise”, og nú hevur ítróttarmedisinski felagsskapurin, ACSM, givið henni altjóða heiður. Greinin hjá Magna Mohr og starvsfeløgunum byggir á granskingarverkætlan, sum millum annað er stuðlað av føroyska Granskingarráðnum.

 

Hoyr samrøðu, sum Ruth Winther Poulsen gjørdi við Magna Mohr í útvarpstíðindunum:

 

16032023_Magni_Mohr

 

Granskingarverkætlanin kannar, hvussu vøddaglykogen (sukurlagur í vøddakyknunum) ávirka kropslig avrik, mýllívfrøðiligar processir í kyknuni og vøddavirkni undir hørðum intervalarbeiði.

 - ACSM er, sum sagt, nógv tann størsti vísindaligi ítróttarmedisinski felagsskapurin í heiminum. Felagskapurin varð stovnsettur í USA í 1954 av amerikanskum læknum og fysiologum, sum tá sóu tætta sambandið millum rørslu, heilsustøðu og sjúkuváða, sigur Magni Mohr sambært setur.fo.

 - Tað eru tey, sum upprunaliga hava skapt “Exercise as Medicine-hugtakið”, og tað eru tey, sum umsita tilmælini um kropsliga rørslu í USA, sum heilsumynduleikar sum WHO eisini velja at fylgja, og tey menna protokollir til, hvussu sjúklingar kunnu viðgerast við kropsligari venjing. Tí er tað ein serligur heiður, at okkara arbeiði er valt sum ársins vísindaliga grein ella granskingarverkætlan av júst ACSM-felagsskapinum. sigur Magni Mohr.

Greinin kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946