Creditt Suisse lænir 377 milliardir

Creditt Suisse lænir 377 milliardir
Sveisiski stórbankin hevur verið í vanda fyri at fara á húsagang
Partabrøvini í Credit Suisse fullu niðurígjøgnum fyrr í vikuni. Nú fær bakin hjálp úr sveisiska miðbankanum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.03.2023 - 08:43

Sveisiski stórbankin, Credit Suisse, sum er í vanda fyri at fara á húsagang, sigur, at bankin fer at læna 50 milliardir sveisarfrankar úr miðbankanum í Sveis.

Tað skrivar NRK.

Credit Suisse er næststørsti banki í Sveis.

50 milliardir sveisarfrankar svarar til okkurt um 377 milliardir krónur í okkara peningi.

 

Styrkja gjaldførið

Um avgerðina at læna pengar, sigur Credit Suisse, at peningurin verður læntur fyri "at styrkja gjaldførið í bankanum", skrivar Wall Street Journal.

Mikudagin rapaði partabrævakursurin hjá bankanum.

Partabrøvini minkaðu okkurt um 24 prosent.

Í USA eru tríggir bankar farnir á húsagang, og tað hevur elvt til órógv í keypskálunum,  bæði í USA og Evropa.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109