- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA: Russar atvoldin til at hernaðardrona datt niður

Russiski sendiharrin í USA hevur svarað atfinningum frá amerikanska uttanríkisráðnum, eftir at ein amerikonsk hernaðardrona, stór sum eitt flogfar, týsdagin datt niður í Svartahavið vestan fyri ukrainsku hálvoynna, Krim.
Russiski sendiharrin í USA, Anatolij Antonov, sigur, at Russland metir hendingina vera eina provokatión, men at fundurin við amerikanskar myndugleikar hevur verið uppbyggjandi.
- Vit vilja ikki hava eina uppgerð millum USA og Russland. Vit eru forsprákarar fyri pragmatiskum samstarvi til frama fyri bæði russar og amerikanarar, sigur Antonov sambært Reuters.
Sambært amerikanska herinum, var eitt russiskt jagaraflogfar atvoldin til, at hernaðardronan datt niður.
Dronan var í altjóða øki, sigur amerikanski herurin.
Russiska verjumálaráðið vísir ákærunum aftur og sigur, at amerikanska hernaðardronan var sædd við Krim-hálvoynna, á veg inn í russiskt øki.