Leita nú eftir miðnámsskúlanæmingum at manna herin

Leita nú eftir miðnámsskúlanæmingum at manna herin
Leiðarin fyri Wagner-herin er komin til ilnar við russisku myndugleikarnar, og kann tí ikki longur útvega sær herfólk í fongslum
Hesa myndina sigur Wagner-herurin er tikin í Bakhmuth í Ukraina, har harðir bardagar er millum ukrainskar og russiskar herdeildir.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.03.2023 - 15:48

Russiski Wagner-leiguherurin sleppur eftir øllum at døma ikki longur at útvega sær fangar í russiskum fongslum til herin. 

Nú leitar privati herurin í staðin eftir herfólki í venjingarmiðstøðum og miðnámsskúlum. 

Tað skrivar bretska verjumálaráðið í dagføring síni í dag.

Sambært bretum, hava Wagner-hermenn í duldarbúna havt "vegleiðing um yrkisleið" á miðnámsskúlum í Moskva.

Teir skulu hava býtt út faldara, sum hevur yvirskriftina "Søkt verður eftir ungum krígsmonnum", har biðið verður um telefon-nummar og aðrar upplýsingar frá næmingunum, sum hava áhuga.

 

Yevgeni Prighozhin er leiðari í Wagner-herinum. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Hevur ikki atgongd til fongsul

Orsøkin til nýggja átakið er, sambært bretska verjumálaráðnum, at leiðarin fyri Wagner-herin, Yevgeni Prighozhin, orsakað av ósemju við russiskar myndugleikar, ikki longur hevur atgongd til russisk fongsul.

Bretska verjumálaráðið metir, at umleið helvtin av fangunum, sum Wagner-herurin hevur útvegað sær, hevur latið lív í krígnum, og at nýggju átøkini neyvan eru nóg mikið til at seta fólk fyri falnu hermenninar.

- Yevgeni Prighozhin verður helst noyddur at taka seg aftur á fleiri hermótum, um forboðið fyri at brúka fangar stendur við, stendur í frágreiðingini hjá bretsku fregnartænastuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109