Tveir bankar í USA farnir av knóranum

Tveir bankar í USA farnir av knóranum
Silicon Valley Bank, sum er tann 16. størsti í USA, hevur latið upp aftur, men undir herdum almennum eftirliti
Silicon Valley Bank hevur latið upp aftur, men er undir herdum eftirliti.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.03.2023 - 15:31

Tveir bankar í USA eru farnir av knóranum seinastu dagarnar, og ein triði hevur stórar fíggjarligar trupulleikar. 

Fríggjadagin boðaði Silicon Valley Bank frá, at hann ikki kláraði at standa ímóti longur, og seinni sama dag komu somu boð frá bankanum Signature.

NTB skrivar, at hetta órógvar partabrævamarknaðirnar kring heimin.

 

Kursfallið hjá amerikonskum bankum er stórt í hesum døgum, m.a. hjá First Republic Bank. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Áðrenn partabrævamarknaðirnir lótu upp í USA í dag, var kursurin hjá bankanum First Republic Bank fallin 60 prosent á tí sonevnda "undanmarknaðinum". Hetta hendi, sjálvt um bankin hevði fingið fíggjarliga hjálp frá bæði amerikanska miðbankanum og JP Morgan, og bankin hongur nú í einum klønum tráði.

Her um okkara leiðir ávirkar støðan hjá amerikonsku bankunum eisini. Kursurin hjá teimum flestu norðurlandsku bankunum, sum eru skrásettir á marknaðunum, er fallin í dag.

Silicon Valley Bank, sum er tann 16. størsti í USA, er latin upp aftur, men undir herdum almennum eftirliti. Eisini er bretski parturin av bankanum seldur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109