Skeyt í náttklubba í Reykjavík

Skeyt í náttklubba í Reykjavík
Tvey fólk vóru løstað, men maðurin, sum skeyt, tók til rýmingar.
Tað var í hesum náttklubbanum í Reykjavík, at skot vóru latin av í gjárkvøldið.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
13.03.2023 - 14:07

Løgreglan í Reykjavík leitar eftir einum manni í sambandi við ein skottilburð í náttklubbanum Dubliner í miðbýnum í íslendska høvuðsstaðnum. 

Tvey fólk eru løstað, tó ikki álvarsliga.

Politiovastin í Reykjavík vil ikki at upplýsa, hvør maðurin er, men atburðurin hjá manninum bendir á, at talan er um ein vandamiklan mann.

Grímur Grímsson, politiovasti, sigur, at maðurin fór inn í Dubliner um 19-tíðina í gjárkvøldið, har hann kom í orðadrátt, áðrenn hann skeyt eitt skot inn í veggin við barrina, og flýddi síðani.

 

Kanna revolvara

Ein revolvari var funnin nærhendis, og og løgreglan kannar, um talan er um revolvaran, sum maðurin brúkti. 

Eisini kannar løgreglan upptøkur frá vakmyndatólum á staðnum fyri at staðfesta, hvør maðurin er. 

Politiovastin vil ikki siga, um løgreglan hevur illgruna um, hvør maðurin er. 

Tó er greitt, at framferðarhátturin hjá manninum týðiliga vísir, at talan er um ein vandamiklan mann, og tí fer løgreglan varisliga fram í málinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109