Oscar-søga bleiv skrivað í nátt

Oscar-søga bleiv skrivað í nátt
Tríggir sjónleikarar vunnu ein Oscar fyri ein og sama film, og tað er ongantíð hent áður. Grønlendski stuttfilmurin "Ivalu" bleiv tíverri ov stuttur
Teir fýra sjónleikararnir, ið vunnu Oscars í nátt. F.v. Ke Huy Quan, Michelle Yeoh, Brendan Fraser og Jamie Lee Curtis
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
13.03.2023 - 04:37

Tað gjørdist filmurin “Everything Everywhere All at Once”, ið vann nógv mest, tá Oscar-heiðurslønirnir blivu handaðar fyri 95. ferð í Dolby Theater í Hollywood í nátt. 

“Everything Everywhere All at Once” var tilnevndur til 11 Oscar-heiðurslønir og vann tær sjey, eitt nú fyri besta film, bestu sjónleikarkvinnu, besta leikstjóra, bestu klipping, besta sjónleikara í einum hjáleikluti, bestu sjónleikarkvinnu í einum hjáleikluti og besta upprunahandrit til ein film. 

Tað er ongantíð hent áður í Oscars-søguni, at tríggir sjónleikarar vunnu fyri sama film. 

Tað er heldur ongantíð hent áður, at ein asiatisk kvinna vinnur fyri besta sjónleikaraavrik, nevniliga Michelle Yeoh fyri “Everything Everywhere All at Once”. 

 

Eingin gøla

95. útgávan av Oscars bleiv eisini munandi minni minnilg enn handanin í fjør, tá Will Smith gav vertinum Chris Rock ein upp á kjaftin.

Ársins vertur Jimmy Kimmel slapp snikkaleysur frá uppgávuni.

Kimmel var tó ikki seinur at nevna hendingina, uttan at hann beinleiðis tók Will Smith upp á tungu. 

Jimmy Kimmel gjørdi vart við, at nakar ætlaði at leypa á seg, so skuldu tey fyrst framvið sjónleikarum, ið hava spælt heimsmeistarar í boksing, Spider Man og aðrar hetjuleiklutir. 

 

Ivalu gjørdist ov stutt

Her um okkara leiðir var størst spenningur um, um dansk/grønlendski-filmurin "Ivalu" fór at megna at vinna fyri besta stuttfilm. 

"Ivalu" gjørdist tíverri ov stutt, tí tað bleiv "An Irish Goodbye", ið vann Oscar-heiðurslønina. 

23 heiðurslønir blivu handaðar í nátt, og hóast tríggir danir høvdu møguleikan at vinna, so vann eingin teirra. 

Hinvegin vann týski filmurin "Im Westen nichts Neues" (All Quit on the West Front) fýra Oscars, eitt nú fyri besta altjóða film.

 

Besti filmur
Everything Everywhere All at Once

Besta sjónleikarinna
Michelle Yeoh, Everything Everywhere All at Once

Besti sjónleikari
Brendan Fraser, The Whale

Besti leikstjóri
Daniel Kwan and Daniel Scheinert, Everything Everywhere All at Once

Besti teknifilmur
Guillermo del Toro’s Pinocchio

Besti hjásjónleikari
Ke Huy Quan, Everything Everywhere All at Once

Besta hjásjónleikarkvinna
Jamie Lee Curtis, Everything Everywhere All at Once

Besti heimildarfilmur
Navalny

Besti stuttfilmur
An Irish Goodbye

Besta filmslist
All Quiet on the Western Front

Besta smyrsl og hár
The Whale

Besta búnasniðgeving
Black Panther: Wakanda Forever

Besti altjóða filmur
All Quiet on the Western Front

Besti stutti heimildarfilmur
The Elephant Whisperers

Besti stutti teknifilmur
The Boy, the Mole, the Fox and the Horse

Besta framleiðslusnið
All Quiet on the Western Front

Besta upprunahandrit
All Quiet on the Western Front

Besta myndaeftirgerð
Avatar: The Way of Water

Besta upprunaupptøkuhandrit
Everything Everywhere All at Once

Besta tillagaða filmshandrit
Women Talking

Besta ljóðeftirgerð
Top Gun: Maverick

Besti upprunasangur
Naatu Naatu, RRR

Besta klipping
Everything Everywhere All at Once

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114