FMA 2023: Tónleikadrotningin vann útflutningsheiðurslønina

FMA 2023: Tónleikadrotningin vann útflutningsheiðurslønina
Útflutningsvirðisløn til ársins FMA varð latin Eivør fyri at ríka føroyska mentanar- og tónleikaheimin.
Eivør visti av ongum, tá hon í kvøld sat millum áskoðararnar til ársins FMA.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.03.2023 - 20:41

Høgni Hoydal, landstýrismaður í uttanríkisráðum, handaði í kvøld ársins útflutningsheiðursløn.

Og í ár fór heiður til Eivør. 

 

Framúr umboð fyri føroyskan tónleik

Dómsnevndin hevur avgjørt at givið hendan heiður til eina tónleikakvinnu, sum eigur eitt stórt pláss í okkara hjørtum og mentanarligu tilvitsku, segði landsstýrismaðurin millum annað, tá hann fyri løtu síðani avdúkaði, hvør fekk útflutningsvøruna til ársins FMA.

Hon er eitt framúrskarandi umboð fyri føroyskan tónleik upp á allar mátar.

Og hon hevur altíð spælt saman við føroyskum tónleikarum á sínum mongum, altjóða konsertferðum. Meistarliga hevur hon hevjað tónleikarar og tónleikavinnuna upp á altjóða støði.

 

Eitt megnar tónleikaár

Hóast Eivør hevur verið á altjóða tónlistapallinum í 20 ár, hevur árið 2022 verið árið, har hon lyfti seg enn hægri upp.

Í 7 av ársins 12 mánaðum hevur hon verið á uttanlands tónleikaferðum, og hon hevur enntá megnað at vunnið seg fram á torføra, amerikanska marknaðinum.

Ársins útflutningsheiðursløn eigur tí drotningin av føroyskum tónleiki, segði landsstýrismaðurin endaliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331