- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sólvit Nolsø takkar fyri seg

Sólvit Nolsø er á veg úr politikki.
Hann stillar ikki upp aftur til næsta val, hvørki fyri Framsókn, ella fyri annan flokk, sigur hann.
Orsøkin er fosturtøkupolitikkurin hjá Framsókn.
"Framsókn hevur samtykt, at fosturtøkupolitikkurin er ein politikkur hjá flokkinum, sum valevni skulu taka undir við. Hetta er ein broytt fortreyt í mun til, tá eg av fyrstan tíð stillaði upp fyri flokkin. Tí kann eg ikki stilla upp fyri Framsókn aftur."
Tað sigur Sólvit Nolsø, sum í dag fór frá sum formaður fyri tingbólkin hjá Framsókn.
Hann verður sitandi sum tingmaður skeiðið út, men stillar so ikki upp aftur.
Sólvit Nolsø fekk 249 persónligar atkvøður til seinasta løgtingsval.
Hoyrið samrøðu við Sólvit Nolsø her: