Poddvarp um kvinnulandsliðið: Spældu í gomlum klæðum hjá monnunum

Poddvarp um kvinnulandsliðið: Spældu í gomlum klæðum hjá monnunum
- Fyrstu ferð eg var við, brúktu vit gamlar útvaskaðar troyggjur hjá monnunum, minnist Heidi Sevdal afturá í poddvarpi um fótbóltslandsliðið
Føroyar hava skorað ímóti Moldova á Tórsvølli
Mynd: Jóhanna Thomsen / FSF  
 
08.04.2025 - 14:08

Tað var við góðum og flottum spæli, at føroyska kvinnulandsliðið vann 2-0 á Moldova á Tórsvølli fríggjadagin. Durita Hummeland og Heidi Sevdal skoraðu málini í einum dysti, sum á sín hátt var ein ímynd av, at føroyska kvinnulandsliðið hevur flutt seg langt fram á leið.

Breið semja er millum venjarar og spælarar um, at kvinnufótbóltur í Føroyum hevur flutt seg langt – men at tað eisini er langt á mál. Í poddvarpinum hesaferð verður tosað við Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjara og tekniska stjóra í Fótbóltssambandinum, Jacobu Langgaard, hjálparvenjara, Eli N. Leifsson, kropsliga venjara og aðalskrivaran í FSF, Kristin Dam Ziska.

Vit tosa eisini við Áslu Johannesen, sum spælir yrkisfótbólt í Piteå IF í fremstu deildini í Svøríki, Heidi Sevdal, ið hevur spælt 93 landsdystir fyri Føroyar og Eyðvør Klakstein, sum eisini hevur skrivað eina masters í ítróttarsálarfrøði.

 

250408_FOTBOLTSKVINNUR_PODDVARP

 

Lurta eftir poddvarpinum um kvinnulandsliðið omanfyri.

 

Pætur aftur á síðulinjuni

Pætur S. Clementsen er aftur landsliðsvenjari hjá kvinnum. Síðani seinast hava John Petersen, Lene Terp og Signe Pries Andersen staðið á odda fyri bestu fótbóltskvinnunum. Tað var ikki í ætlanini, at tekniski stjóri skuldi fáa stafettina aftur, men tá bæði Lene Terp og Signe Pries Andersen hava takkað fyri seg, var upplagt hjá Pæturi Smith Clementsen at seta seg í sessin aftur. Lene Terp var í tvey ár, og Signe Pries Andersen í eitt ár.

 - Tá vit settu Lenu Terp var hon fyrsti fulltíðarvenjarin, meðan toymið annars var parttíðarsett. Tankin var at seta ein venjara, sum einki annað skuldi hava at hugsa um, sigur Pætur S. Clementsen, sum tók við, tá Signe Pries Andersen eitt sindur brádliga gavst í fjør.

 - Hetta er ikki ein panikkloysn, tí vit hava uppraðfest venjaratoymið. Jacoba Langgaard er hjálparvenjari fulla tíð. So nógv av tí fyrireikandi og greinandi arbeiðnum verður loyst í húsinum av øðrum enn høvuðsvenjaranum. Eg vildi sagt, at arbeiðsorkan rundan um kvinnulandsliðið er minst líka stór nú, sigur Pætur S. Clementsen.

 

 

Tað er nógv hent síðani 44 ára gamli havnarmaðurin seinast sat við róðrið.

 - Tað er nógv broytt frá tí eg byrjaði í 2016. Tað eru fleiri spælarar og nógv størri kapping um plássini. Hugburðurin er broyttur fyri hvørt ár. Í dag hava vit einar 14-15 spælarar, sum uttan tvang fara í styrkihølið, tí tær kunnu ikki liva uttan, sigur Pætur S. Clementsen.

Ein av hesum er Ásla Johannesen. Hon hevur valt eitt lív sum yrkisspælari í Svøríki. Hon sær sostatt framgongdina bæði í útlendskum fótbólti og á landsliðnum.

 - Kvinnufótbólturin flytir seg ekstremt nógv uttanlands, men tað ger hann eisini í Føroyum. Vit hava eitt høgt botnstig, tí vit kunnu skifta út og avgera dystin, men tað er nógv arbeiði fyri framman og nógv stig at taka afturat, sigur føroyski liðskiparin.

 

Eli kann prógva framgongdina

Til tíðir er ringt at prógva eina framgongd, men Eli Nolsøe Leifsson kann prógva, at spælararnir renna skjótari, meira og longri. Hann hevur síðani 2021 arbeitt við eini Ph.D verkætlan um kropsligu avrikini í kvinnufótbólti í Føroyum.

 - Tað er ein stór menning í kropsligu avrikunum. Vit síggja nú, at eitt føroyskt landslið megnar at spæla upp við Slovakia í februar. Vit síggja, at spælararnir renna nógv fleiri metrar við nógvari ferð. Vit síggja eisini, at okkara spælarar klára í størri mun at takkla kropsligu tvídystirnar og standa ímóti, sigur Eli N. Leifsson.

Hetta kann Eli N. Leifsson vísa á, tí í 2021 fingu øll feløgini í Betri-deildini hjá kvinnum útgerð, ið kann máta renningar og puls. Eli N. Leifsson heldur eisini, at tað hevur hjálpt, at venjararnir í feløgunum eru blivnir meira tilvitaðir um kropsliga venjing. Nú er spurningurin, um vit flyta okkum nóg skjótt.

 - Vit klára í summum førum at yvirhála londini vit kappast ímóti. Millum annað sóu vit ímóti Moldova, at vit klára at halda kropsliga støðið í allar 90 minuttirnar uttan at fella. Vit hava flutt okkum nógv, men tað er ongin loyna, at vit kunnu flyta okkum enn meira. Serliga um vit ætla at leggja londini rundanum okkum afturum okkum, sigur Eli N. Leifsson.

Hann sigur, at lykilin liggur í góðum og hørðum venjingum í feløgunum, og so líðani at gera fótbóltslívið til ein lívsstíl.

 - Fyrsta stigið er at venja nógv og hart, so kunnu vit byrja at tosa um lívsstíl og at liva sum ein fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið.

 

 

Spældi í gomlum mannfólkaklæðum

Aldursforseti á kvinnulandsliðnum er 36 ára gamla Heidi Sevdal. Hon spælir í dag landsdyst nummar 94. Tað er nógv flest hjá kvinnunum og ájavnt metið hjá monnunum. Hon er ikki í iva um, at nógv er broytt síðani fyrsta dystin, sum sambært Faroesoccer var í 2006.

 - Fyrstu ferð eg var við, brúktu vit gamlar útvaskaðar troyggjur hjá monnunum. Nú eru klæðini gjørd til okkum og hava okkara stuðlar á. Nú eru vit virdar og hetta eru okkara klæðir, sigur Heidi Sevdal.

Hon hevur verið við í eini tíð, har liðið møtti dagin fyri dyst og fyrireikingarnar vóru avmarkaðar. Tá fingu spælararnir heldur ikki samsýning fyri at spæla á landsliðnum. Tað er broytt.

 

 

 - Eg haldi ikki, at nakar á liðnum hugsar um pengarnar, men tað ger tað nógv lættari at fara til arbeiðsgevaran og siga, at eg skal við landsliðnum, og at eg fái mínar pengar har. Størsti munurin er, at vit nú møta inn fýra dagar áðrenn dyst. Vit kunnu fara í smálutir og fyrireika okkum, sigur toppskjúttin á landsliðnum.

Hon vísur eisini á, at nú er hon nógv elst á liðnum, so hon væntar, at liðið kann menna seg nógv í fleiri ár afturat. Her nevnir hon millum annað eisini, at ungu spælararnir í dag eru væl fyri taktiskt og leggja nógv fyri at vera væl fyri kropsliga.

Meðan Heidi Sevdal hevur lagt nógvar kilometrar afturum seg á vøllinum, hevur Eyðvør Klakstein mangan verið tann snilda á miðjuni. Tað sást, tá hon spældi Heidi Sevdal púra leysa til 2-0 móti móti Moldova.

 - Eg plagdi at kunna spæla nógvar stikningar, men føroysku liðini eru blivin nógv betri til tað taktiska. Tað er bara gott, tí so má eg eisini blíva betri, sigur Eyðvør Klakstein, sum spældi í bestu deildini fyrstu ferð fyri 15 árum síðani.

Eyðvør Klakstein hevur roynt seg í sponskum fótbólti. Í 2015 fór hon til CD Marino. Síðani kom hon aftur til KÍ 2016, men fór eitt stutt skifti aftur til Spania at spæla við Mislata CF seint í 2017.

 - Munurin kendist stórur, tá eg fór til Spania fyrru ferð. Tá eg kom heimaftur, flutti føroyskur fótbóltur seg nógv. Tá eg fór seinnu ferð, merkti eg slett ikki handan munin. Tá helt eg næstan, at tað vóru betri umstøður um Føroyum, greiðir hon frá.

Eyðvør Klakstein hevur ein master í ítróttarsálarfrøði. Hon er sannførd um, at hetta er eitt øki, har føroyskur kvinnufótbóltur kann vinna nógv í framtíðini.

 

 

Kvinnufótbóltur vinnur fram

Aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum, Kristin Dam Ziska, er ikki í iva um, at kvinnufótbólturin fer at vinna enn longur fram í næstum.

 - Øll tey tøl, vit fáa frá UEFA, vísa, at pílarnir peika uppeftir. Tað er størri áhugi, og í summar verður EM-endaspælið í Sveis og alt, sum vit fáa at vita er, at tað verða seld metnógv atgongumerki, sigur Kristin Dam Ziska.

Hann vísir á, at stórar íløgur verða gjørdar í altjóða kvinnufótbólt í løtuni. Við tíðini væntar FSF-aðalskrivarin, at áhugin verður so stórur, at tað fer at løna seg.

 

Ein føroysk kvinnuloysn?

Tað hevur verið nógv tosað um føroysku loysnina á manslandsliðnum. Vit hava eisini eina føroyska loysn á kvinnulandsliðnum, men eitt sindur sermerkt er, at ongin kvinna er høvuðsvenjari í Betri-deildini hjá kvinnum. Jacoba Langgaard, hjálparvenjari og fyrrverandi landsliðsspælari, heldur ikki, at tað er nøkur orsøk hjá kvinnum at halda seg burtur frá venjaraleiklutinum.

 - Tað er ongin orsøk at halda seg aftur. Fótbóltur er fótbóltur. Tað hevur ikki verið so vanligt (við kvinnuligum venjarum í føroyskum fótbólti, blaðm), men um tú sært fótbóltin fyri tað, sum hann er, og tú hevur ambitiónir, er ongin orsøk at halda seg aftur, sigur Jacoba Langgaard.

Í Fótbóltssambandinum arbeiða tey hart fyri at fáa fleiri kvinnur at taka venjaraútbúgvingarnar. Tað legst afturat, og fleiri hava fingið B-prógv, og nakrar hava fingið A-prógv. So er spurningurin, um tað eina ferð verður ein føroysk kvinna, sum kemur at standa á odda fyri kvinnulandsliðnum?

 - Tað er væl møguligt, sigur Pætur S. Clementsen

Føroyar spæla í dag móti Gibraltar. Kringvarpið vísur dystin í sjónvarpinum frá klokkan 16.45. Dysturin byrjar klokkan 17.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594