Danskarar spritta seg minni nú

Danskarar spritta seg minni nú
Sølan av hondspritti er aftur tann sama, sum hon var undan koronu, vísa tøl frá handilssamtøkum niðri.
 
11.03.2023 - 18:54

Í dag eru liðin trý ár, síðani koronuvirusið legði danska samfelagið lamið fyrstu ferð.

Undir farsóttini svaraði nógvir danskarar í kanningum, at teir roknaðu við at blíva við at spritta seg, eftir at koronfarsóttin var av.

Men veruleikin er ein annar, vísa tøl frá handilssamtøkunum, Coop og Salling Group, sum umboða flestu matvøruhandlar í Danmark.

Tað skrivar danska kringvarpið, DR.

Tey tølini vísa, at sølan av hondspritti aftur er tann sama, sum hon var undan koronu.

- Hetta fortelur nakað um, hvussu skjót vit eru at gloyma, sigur danski professarin, Michael Bang Petersen, sum var við til at kann atferðina hjá danskarum undir koronu.

- Nógv skal til áðrenn vit broyta okkara vanar, og tvey ár við koronu var altso ikki nóg mikið til at broyta henda vanan, staðfestir hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109