- Tíðindi, mentan og ítróttur
FMA 2023: Reiley og RSP vunnu hvør sína heiðursløn
Tað er í kvøld, at føroyskur tónleikur verður fagnaður, og bestu føroysku tónleika-avrikini verða heiðrað.
Tað var Reiley, sum fór avstað við spildurnýggju heiðurslønini fyri ársins visuella samleika, meðan nýggi rapp-bólkurin, RSP, fekk heiðurslønina sum ársins spíri.
Ársins visuelli samleiki: Reiley
Sum nakað nýtt varð virðisløn fyri ársins visuella samleika latin til ársins FMA, og hon varð fyri fyrstu ferð latin føroyska Eurovision-vinnaranum, Reiley.
Rani Petersen, við listanavninum Reiley, hevur fleiri enn 300.000 fylgjarar á Instagram og 10,8 millión fylgjarar á TikTok. Fyrr í ár vann Reiley eisini danska Melodi Grand Prix, og hann skal tí umboða Danmark, tá Eurovision Song Contest fer av bakkastokki í mai í ár.
Tað er ikki bara úttrykkið hjá Reiley, sum er øðrvísi, men eisini hugburðurin. Á heimasíðu síni skrivar Reiley, at hann heldur seg vera føddan til at undirhalda, og eisini vil hann við sínum serstaka útrykki víðka mørkini fyri og ímyndina av, hvat ein mannligur popp-tónleikari er í dag.
Til FMA 2022 var farvuríka videolagið fyri sangin "Let it Ring" í uppskoti til ársins videolag. Sosialu miðlarnir hjá Reiley lata dyrnar upp til ein farvuríkan, gjøgnumførdan heim.
Og tað er eisini hesin eyðkendi, farvuríki og gjøgnumførdi heimurin, sum sæst aftur á øllum talgildu vangunum og live-framførslunum hjá Reiley, sum sambært dómsnevndini er grundarlagið undir heiðurslønini sum ársins visuelli samleiki 2023.
Hann hevur í størri mun enn nakar annar á føroyska tónleikapallinum hugsa um visuella útrykkið. Eingin annar føroyingur hevur nakrantíð verið so gjøgnumførdur, segði Niels Uni Dam millum annað, tá hann handaði virðislønina fyri ársins visuella samleika.
Ársins spíri: RSP
Tað er kanska ikki løgið, at RSP hava fingið heiðurin sum ársins spíri. Tað finst neyvan føroyskur unglingi, sum ikki dugir at syngja eina reglu ella fleiri við, tá sangurin "Send mær meira pengar" rungar í hátalarunum.
Tað eru teir tríggir, Heini Ronnason á Heygum, Steingrímur Hallsson og Bjarki Jónasson, sum manna RSP. Á Havnargøtum eru teir kendir sum Ronnason (R), Stoney (S) og Popparin (P).
Rapp-trioin luttók á vári í fjør í tónleikakappingini, Sement. Og tað setti av álvara rapp-bólkin á Føroyakortið. Síðani er tað gingið veg, og tað hevur gingið skjótt.
Tónleikurin hjá RSP hevur einki filtur. Hann er ráur og ósminkaður. Og tað ger hann til nakað serligt. RSP rappar um skuggasíðurnar av samfelagnum, og teir tora væl at seta orð á tað, ið onnur ikki tosa um.
Umframt at teir júst hava vunnið heiðurslønina sum ársins spíri til FMA 2023, fingu teir fríggjadagin at vita, at teir eisini áttu ársins útvarpshitt fyri lagið "Send mær meira pengar".