Grønlendingar á ráevnismessu

Grønlendingar á ráevnismessu
Ikki færri 70 vinnulívsfólk og umboð fyri Sjálvstýrið hava verið við á heimsins størstu ráevnismessu, PDAC, sum hesa vikuna er í Toronto í Kanada.
Grønlendingar hava síðani síðst í 90-unum á hvørjum ári verið við á PDAC-messuni í Toronto í Kanada
Mynd: GE/Sermitsiaq  
 
11.03.2023 - 12:50

– Vit eiga ikki at undirmeta tann týdning, henda messa hevur fyri vinnulívið, sigur stjórin í grønlendska vinnufelagnum, Christian Keldsen, við avísina, Sermitsiaq.

Hann vísir á, at síðani aldarskiftið hava útlendsk feløg lagt meira enn fimm milliardir krónur eftir seg í Grønlandi í ymiskum vinnuvirksemi.

– Okkara fyritøkur njóta gott av mongum feløgunum, sum gera kanningar her, tí tey keypa bæði arbeiðsmegi og útgerð lokalt, sigur Christian Keldsen, ið sigur fleiri avtalur vera gjørdar hesar dagarnar.

Síðan síðst í 90-unum hava grønlendsk vinnulívsfólk og politikarar á hvørjum ári verið við á messuni í Toronto.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109