Íslendska politiið styrkjast

Íslendska politiið styrkjast
Íslendska politistyrkin skal styrkjast við meira fólki næstu árini, og í fyrsta umfari er talan um at fáa 70 politistar í starv afturat.
Íslendski løgmálaráðharrin, umboð fyri politiið og ákæruvaldið á fundinum í Reykjavík hósdagin
Mynd: Eggert Jóhannesson/mbl.is  
 
11.03.2023 - 12:48

Fyri at røkka málinum er ætlanin millum annað at vaksa um politiútbúgvingina og taka næmingar inn tvær ferðir um árið, skrivar Morgunblaðið.

Hetta er eitt av úrslitunum eftir ein fund millum íslendska løgmálaráðharran, ríkispolitiovastan, politimeistaran í Reykjavík, umframt ríkisákæran og økisákæran.

10 nýggj størv eru longu við ársbyrjan sett til serliga skulu taka sær av at kanna og rættarfylgja teimum, ið fremja kynslig brotsverk.

30 politistar skulu setast um alt landið, 20 til skipaðan kriminalitet, 10 til serligar uppgávur og 10 sum marknavørðar.

Sum nú er, eru um 700 politistar í Íslandi, so ætlaði vøksturin svarar til umleið 11,4 prosent tilsamans.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109