Skuldsettur fyri at hava brent koran

Skuldsettur fyri at hava brent koran
Rasmus Paludan er skuldsettur eftir einari serligari grein í svensku revsilógini
Rasmus Paludan er skuldsettur fyri át hava sett eld á eina koran í Malmø, men henda myndin er tikin í Stokkhólmi, tá hann eisini brendi eina koran.
Mynd: Reuters  
 
10.03.2023 - 15:06

Rasmus Paludan er nú skuldsettur fyri millum annað at brenna eina koran. 

NRK skrivar, at tað finst ein serlig grein í svensku revsilógini, sum sigur, at tú mást ikki jagstra ávísar samfelagsbólkar, og at tað er henda greinin, sum Paludan er skuldsettur eftir.

Eisini er Rasmus Paludan skuldsettur fyri at hava hótt ein embætismann.

Ítøkiliga er tað hendingin í Malmø 16. apríl í fjør, sum Paludan er skuldsettur fyri. Tað var har, hann brendi koranina, og hótti.

Paludan noktar seg sekan. 

Kvällsposten skrivar, at orsøkin til, at málið ikki er tikið upp fyrr enn nú, hevur einki við umsóknina hjá Svøríki um Nato-limaskap at gera, men seinkingin er kanningarteknisk, sum Adrien Combier-Hogg, ákæri, málber seg.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109