Kina: Óvanligt at vera forseti trý valskeið

Kina: Óvanligt at vera forseti trý valskeið
Eingin stillaði upp móti Xi Jinping, og teir nærum 3.000 tjóðartingslimirnir atkvøddu einmælt fyri honum 
Kinesiska tjóðartingið valdi einmælt Xi Jinping til forseta fyri triðju ferð.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.03.2023 - 18:00

69 ára gamli Xi Jinping er afturvaldur til forseta í Kina fyri triðju ferð. 

Tað er ikki vanligt at sita í trý valskeið sum forseti í Kina. 

Undanmenninir hjá Xi Jinping fóru báðir frá, eftir at hava verið forseti í 10 ár.   

 

Philip Róin er tíðindamaður hjá danska kringvarpinum í Kina.

 

Eingin stillaði upp móti Jinping, og teir nærum 3.000 tjóðartingslimirnir atkvøddu einmælt fyri Xi Jinping. 

Men spurningurin er, um hann er ein vælumtóktur maður í Kina.

Hoyr Philip Róin, sum er korrespondentur hjá danska kringvarpinum í Kina, í útvarpstíðindunum:

 

1003_Philip_Roin_ig_Xi_Jinping

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109