Val í Turkalandi 14. mai

Val í Turkalandi 14. mai
Kanska góð tíðindi fyri Svøríki, tí mett verður ikki, at Erdogan, forseti, fer at góðtaka svenskan Nato-limaskap fyri valið
Erdogan, forseti í Turkalandi, hevur skrivað út val at vera 14. mai.
 
10.03.2023 - 14:31

Val verður í Turkalandi 14. mai. Tað hevur Recep Tayyip Erdogan,forseti, boðað frá í dag.

14. mai hevur verið nevndur fyrr, men tað er ikki fyrr enn nú, at tað er almannakunngjørt, at turkar skulu til val hendan dagin.

Val skal vera í Turkalandi í seinasta lagi 14. juni, men verður altso ein mánað fyrr.

Hetta eru kanska góð tíðindi fyri Svøríki, tí mett verður, at Erdogan fer ikki at góðtaka svenskan Nato-limaskap fyri valið, og tískil vinna sviar ein mánað, um vit so kunnu siga.

Serfrøðingar siga, at Erdogan torir ikki at góðtaka svenska limaskapin fyri valið, tí tá vildi hann staðið veikari hjá teimum konservativu veljarunum í Turkalandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109