ES minkar orkunýtsluna 12 prosent næstu árini

ES minkar orkunýtsluna 12 prosent næstu árini
ES-ráðharrar og ES-tingið hava gjørt nýggja avtalu
Orkunýtslan í ES-londum minkar næstu árini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.03.2023 - 11:09

Evropeiska Samveldið ætlar at minka orkunýtsluna við 11,7 prosent fyri ár 2030.

Tað er høvuðsboðskapurin í eini nýggjari avtalu, sum í morgun er gjørd millum samráðingarfólk hjá ES-ráðnum og ES-tinginum. 

Ritzau skrivar, at ES-tingið vildi minkað orkunýtsluna við 14,5 prosent í 2030, men limalondini ætlaðu, at hon skuldi minkað níggju prosent. ES-nevndin hevði mælt til 13 prosent.

Avtalan skal nú viðgerast av sendifólkunum úr øllum limalondumum og eini nevnd í ES-tinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109