- Tíðindi, mentan og ítróttur
Xi Jinping fer undir triðja forsetaskeiðið
Xi Jinping fer undir triðja forsetaskeiðið
Kinesiska tjóðartingið atkvøddi einmælt fyri velja 69 ár gamla leiðaran aftur til forseta

Xi Jinping svør eiðin, eftir at hann er valdur til forseta í Kina fyri triðju ferð.
Mynd: Ritzau Scanpix
10.03.2023 - 08:46
Xi Jinping er afturvaldur til forseta í Kina fyri triðju ferð. Tað var tjóðartingið í Kina, sum afturvaldi 69 ára gamal leiðaran.
Tað siga almennir tíðindamiðlar í Kina, skrivar Ritzau.
Einki annað valevni var at velja ímillum, tá ið tey næstan 3.000 fólkini í tjóðartinginum einmælt atkvøddu fyri Xi Jinping.
Í oktober var Xi Jinping eisini afturvaldur til aðalskrivara í komunistiska flokkinum í Kina.
Tað er óvanligt at sita í trý valskeið sum forseti í Kina. Undanmenninir hjá Xi Jinping fóru báðir frá, eftir at hava verið forsetar í 10 ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV