Nevndin í BankNordik fær ein lim aftrat

Nevndin í BankNordik fær ein lim aftrat
Góðtekur aðalfundurin uppskotið um at rinda 250 mió. kr. í vinningsbýti, fáa partaeigararnir peningin á kontu 5. apríl.
BankNordik hevur aðalfund 31. mars.
 
10.03.2023 - 08:12

Til ársaðalfundin hjá BankNordik, sum verður fríggjadagin 31. mars, mælir leiðslan til, at tey fimm, Birita Sandberg Samuelsen, Rúni Vang Poulsen, Birgir Durhuus, Marjun Eystberg og Kristian Reinert Davidsen verða vald aftur í nevndina. 

Haraftrat mælir leiðslan til, at Tom Ahrenst, ið er úr Danmark, verður nýggjur nevdarlimur. Sostatt verður mælt til at víðka nevndina við einum nevndaralimi.

Aftrathesum nevndarlimum eru tvey starvsfólkaumboð í nevndini og ein limur fyri samtakið.

Mælt verður til, at nevndarsamsýningin fyri ein vanligan nevndarlim verður 180.000 krónur um árið. Formaður ella -kvinna fær tríggjar ferðir tað, altso 560.000 krónur árliga, meðan næstformaðurin fær tvær ferðir tað, 360.000 krónur.

Í mun til vinningsbýti, sum bankin fer at luta út, verður upplýst, at um aðalfundurin góðtekur uppskotið til eitt vinningsbýti upp á 250 milliónir krónur, so fara partaeigararnir at hava vinning sín á kontu 5. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109