Stephanie Lose fyribils búskaparráðharri í Danmark

Stephanie Lose fyribils búskaparráðharri í Danmark
Enn er óvist, nær Jacob Ellemann-Jensen, sum er í sjúkrafarloyvi, kemur aftur
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og nýggi virkandi búskaparráðharrin, Stephanie Lose.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.03.2023 - 13:54

Stephanie Lose hevur tikið við sum búskaparráðharri fyribils í donsku stjórnini.

Síðani Jacob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri og varaforsætisráðharri, fór í sjúkrafarloyvi, hevur Troels Lund Poulsen verið bæði verjumálaráðharri og búskaparráðharri, men arbeiðsbyrðan er vorðin ov tung.

Stephanie Lose hevur tí tikið við sum virkandi búskaparráðharri. 

Hon er næstforkvinna í Vinstraflokkinum og forkvinna í ráðnum fyri regiónina í Suðurdanmark.

Enn er óvist, nær Jacob Ellemann Jensen kemur aftur a politiska pallin, sigur Kaj Joensen, tíðindamaður á Christiansborg.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við hann í útvarpstíðindunum: 

 

09032023_Stephanie_Lose_og_Kaj

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109