FMA 2023: Tilnevningar til ársins útgávu/konsert

FMA 2023: Tilnevningar til ársins útgávu/konsert
Fimm útgávur ella konsertir eru í uppskoti til virðislønina ársins útgáva/konsert til FMA, sum verður leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum.
Fimm útgávur eru í uppskoti til heiðurslønina sum ársins útgáva/konsert.
 
08.03.2023 - 15:15

Leygarkvøldið verður Faroese Music Awards, har bestu føroysku tónleika-avrikini verða heiðrað. Kringvarpið sendir beinleiðis frá stóra tiltakinum. 

10 virðislønir verða latnar. Tríggjar verða avdúkaðar á kvøldinum, meðan sjey virðislønir hava tilnevningar.

Ein av teimum sjey virðislønunum við tilnevningum er ársins útgáva/konsert, og í ár eru fimm útgávur ella konsertir í uppskoti til hesa virðisløn.

Virðislønin verður givin fyri tónlistaligu dygdina av útgávuni/konsertini í síni heild.

Tað er ein treyt, at ein føroyingur er oddafólk ella hevur ein definerandi leiklut í skapanini av útgávuni ella konsertini. Tað er eisini ein treyt, at tónleikurin er í minsta lagi 15 minuttir til longdar.  

Hesar útgávur ella konsertir eru í uppskoti: 

 

Madsen & Egilstrøð - Beinta 

Allan Gravgaard Madsen & Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð

Caption: 
Allan Gravgaard Madsen & Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð. Myndina eigur Stine Vejen.

Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Allan Gravgaard Madsen hava tónsett verkið/útgávuna "BEINTA - A Symphonic Song Cycle".

Dómsnevndin skrivar millum annað, at verkið sameinir klassiska tónsetingarlist, sangskriving, populertónleik og íblástur úr elektronisku ljóðverðini. BEINTA ferðast lystiliga millum sjangrumørk og byggir brýr millum klassiska tónsetingarlist og populertónleik.

Umframt at verkið er í uppskoti til ársins útgávu/konsert, er lagið "Beinta: Departure" av somu útgávuni í uppskoti til heiðurin sum ársins kompositión. 

Hoyr útgávuna her: 

 

Anna og Angelika - Akkordeon & Violin

Anna og Angelika

Caption: 
Anna Hüdepohl á akkordeon og Angelika Hansen á violin.

Anna og Angelika bjóða við útgávuni "Akkordeon & Violin" serstakar útsetingar fyri violin og akkordeon.

Tær báðar nýta tónsetingar úr øllum herðashornum - frá USA til Argentina og frá Finnlandi til Spania.

Dómsnevndin skrivar millum annað, at løgini endurspegla spælandi, viðhvørt sorgblíða og altíð uppfinnsomu heimsfatan frá teirra heimi í norðuratlantshavi. 

Hoyr útgávuna her: 

 

Eli Tausen á Lava - In A Field

elitausenalava-en-face.jpg

Caption: 
Mynd: Dánjal Arge

Tónaskaldið Eli Tausen á Lava er búsitandi í New York í USA, har hann lesur MA. í music theory og composition á New York University.

Í fjør gav hann sína aðru útgávu út, In A Field, við eyðkendum minimalistiskum klavertónum, ið hann sjálvur hevur tónsett. 

Sambært ummælaranum Jens Cornelius er Eli Tausen á Lava tann “nýggi minimalisturin úr Føroyum”, og hann er eisini millum fyrstu føroyingar, ið arbeiða í tí sonevnda post-klassiska stílinum.

Dómsnevndin skrivar millum annað, at Eli heintar sær íblástur úr persónligum upplivingum, telduspølum og filmum, og tað filmiska ella sjónvarpskenda er eisini eitt av eyðkennunum við hansara minimalistiska og gjøgnumførda tónleiki.

 

Pauli í Sandagerði - Ælaveður

pauli_i_sandagerdi.png

Caption: 
Mynd: Felagið Føroysk Tónaskøld

Hin hugtakandi savnsútgávan Ælaveður fevnir um heili 50 ár av tónsetingum eftir Paula í Sandagerði, ið klaverleikarin Mattias Dimitris Kapnas framførir.

Frá tí at Pauli slóðaði fyri sum ungt tónaskald innan føroyskan instrumentaltónleik í sjeytiárunum, til eldri ár, har nýggj brigdi hava lagt seg afturat stílinum.

Hetta er fyrstu ferð at ein slík samanumtakandi útgáva er útkomin við tónlistini hjá Paula í Sandagerði, og tað er at fegnast um, tí her sleppur lurtarin at hoyra brot úr einum langum tónlistaligum lívi, skrivar dómsnevndin í sínari innstilling.

Hoyr útgávuna her: 

 

Kristian Blak - Klaverkonsert

kristian_blak.jpg

Caption: 
Mynd: fso.fo

Í heyst hevði Føroya Symfoniorkestur frumframførslu av fyrstu klaverkonsertini hjá Kristian Blak, tónaskaldi. Mattias Dimitris Kapnas var solistur á klaverinum.

Trummur við skinni úr Stóru Dímum og gróti úr Porkeri, Froðba og Hvalba eru nøkur av heimagjørdu ljóðførunum, sum vóru framleidd til frumframførsluna av klaverkonsertini. Verkið er í trimum satsum, sum eita ”Helluljóð”, ”Skinn” og ”Sjógvur og Klettur”.

Kristian Blak samantvinnar ofta aðrar listagreinir, sum til dømis yrkingar og sjónleik í síni verk. Arbeiðið hjá honum er inspirerað av føroysku náttúruni, og fuglar, sjógvur hoyrist ofta aftur í hansara kompositiónum, og eisini í nýggju klaverkonsertini.

Enn er klaverkonsertin, sum varð frumframførd í heyst, ikki útgivin talgilt á stroymingtænastum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977