
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein hendingaríkur dagur fyri Martin Agnarsson
Í gjár sat hann hjá einum vinmanni í Aarhus og sá, tá Gunnar Vatnhamar javnaði ímóti kekkum. Eftir eina sera løgna og hendingaríka ferð vandi hann í kvøld í Montenegro við landsliðnum
Martin Agnarsson fekk landsliðsboð í gjárkvøldið. Jann Benjaminsen beklaði so mikið illa í HM-undankappingardystinum móti Kekkia, at hann mátti geva avboð til dystin ímóti Montenegro týskvøldið. Tí hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir 21 ára gamla havnarmanninum, sum spælir við danska Aarhus Fremad í toppinum av triðbestu deildini. Ferðin niður gjørdist kortini hendingaríkari, enn hann hevði roknað við.
Tokið hevur tekniskt brek
Leygardag spælir vinstri bakkurin allan dystin fyri Aarhus Fremad á útivølli ímóti Skive. Aftaná fer hann til ein vinmann í Aarhus at hyggja at landsdystinum millum Kekkia og Føroyar. Stutt eftir dystarlok byrjar fartelefonin at ringja.
Martin Agnarsson hevur ikki ljóðið frá á fartelefonini. Tað endar við, at fólk frá Fótbóltssambandinum, sum kenna Martin væl, seta seg í samband við vinmannin hjá honum. Nú riggar, og Martin tekur telefonina. Í rørinum er umboð frá FSF, sum vil hava Martin Agnarsson við toki til Keypmannahavn beinanvegin, hóast klokkan nærkast midnátt.
- Tað er heppið, at eg hevði gaggurnar heima við hús, tí eg hevði bara eina lítla løtu til tokið fór, greiðir Martin Agnarsson frá.
Fýra tímar seinni er Martin Agnarsson komin til høvuðsjarnbreytarstøðina í Keypmannahavn, men finnur skjótt útav, at tekniskir trupulleikar eru við tokinum. Martin Agnarsson skiftir tok, men sama skil. Tað eydnast kortini at koma fram til Kastrup í hýruvogni og flúgva til Wien í Eysturríki.
Úr Wien - til Wien
Martin Agnarsson er troyttur, tá hann setur seg í flúgvaran í Wien á veg til Podgorica í Montenegro. Ráð eru fyri tí, og hann leggur seg at sova og vaknar, tá flúgvarin setur seg.
- Eg hugsi bara: "Lekkurt. Nú eri eg endiliga komin fram, fortelur Martin Agnarsson.
Tað gongur tó skjótt upp fyri landsliðsbakkinum, at alt ikki ruggar rætt.
- Flogskiparin sigur vælkomin til Wien. Eg var forvirraður og hugsaði: "hvat er hent her?" Tað vísti seg at vera enn eitt tekniskt brek, sum gjørdi, at vit máttu venda aftur – og eg visti av ongum, greiðir Martin smílandi frá.
Nýtt flogfar verður útvega, og nú eydnast einum moyrum Martini Agnarsson at koma fram til liðfelagarnar í Podgorica.
- So komu vit niður her, og beint út at venja. Tað hevur verið mín dagur.