- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskur áhugi fyri rakettstøð

Tað er norðast á oynni Unst, at bygdir verða tríggir pallar til rakett-útskjóting, skrivar Orkan.fo.
Hesir pallar skulu vera við til at nøkta stóra tørvin á smærri fylgisveinum hjá bæði fyritøkum og myndugleikum í øllum Europa.
Frammanundan eru bara tvær slíkar útskjótingarstøðir í Europa, sum eru á Andøya í Norra og í Kiruna í Svøríki.
Slíkar útskjótingarstøðir eru av trygdaráðum ikki á europeiska meginlandinum, tí ikki ber til at skjóta út rakettir við fylgisveinum í tættbygdum økjum.
Stigtakari til verkætlanina er íverksetin og fyrrverandi RAF-flogskiparin, Frank Strang.
Hann heldur, at ætlanin gerast ein týðandi liður í eitt nú verjuni av Europa, skrivar Orkan.fo.
Millum annað Føroya Tele hevur víst ætlanini stóran ans, tí møguliga kunnu Føroyar brúkast sum “trackingstøð” í sambandi við útskjótingar frá Hetlandi.