Smyril sigldi við hálvari motororku

Smyril sigldi við hálvari motororku
Ein leki í kølivatnsslanguni í motorinum í kvøld gjørdi, at strandfaraskipið Smyril sigldi við hálvari orku norður til Havnar
 
23.03.2025 - 20:00

Hetta hendi út fyri Skálhøvda í Sandoynni. Smyril sigldi restina av teininum við hálvari orku, og varð seinkaður slakan tíma.

Smyril kom á Havnina um áttatíðina. 

Vit tosaðu við skiparan, Niels Harald Michelsen, nakað fyri kl. 8 í kvøld.

 

1733721
 
Smyril skuldi eftir ætlan fara av aftur Havnini í kvøld kl. 20, men fráferðin var nakað seinkað.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV