- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mette tekur USA í álvara

Mette Fredriksen, forsætisráðharri, tekur amerikansku vitjanina í Grønlandi í størsta álvara. Hon vil ikki gera samrøðu við miðlarnar, men hevur í staðin sent miðlunum eina skrivliga fráboðan, sum ljóðar soleiðis:
“Tað ber ikki til at síggja vitjanina úr USA, uttan at tengja hana saman við almennu útsagnirnar, sum eru komnar, ” sigur danski forsætisráðharrin og heldur fram:
“Í kongaríkinum ynskja vit at samstarva við amerikanararnar. Men tað má og skal vera eitt samstarv, sum hvílir á grundleggjandi virði um fullveldi og virðing millum lond og fólk.”
Mette Frederiksen sigur, at hetta er nakað, sum tey taka í fullum álvara: “Samskiftið við USA um Grønland fer at vera tætt samskipað millum dansku stjórnina og komandi grønlendsku stjórnina”, sigur Mette Fredriksen.