Rósan roynir nýggjar leiðir

Rósan roynir nýggjar leiðir
Kvinnurnar hjá Støkk ganga nýggjar leiðir. Í staðin fyri vanliga estetiska fimleikin íðka tær aðra estetiska kappingargrein, sum kallast short program
28.01.2025 - 09:10

Rósan hjá Støkk roynir seg í løtuni við sonevndum short program, sum er estetisk kappingargrein við øðrum krøvum enn tey, sum vit kenna frá vanliga estetiska fimleikinum.

Serian er styttri og krøvini til rørslurnar eru eitt sindur linari.

Liðið úr Runvík er í løtuni einasta liðið í Føroyum, sum ger hesa kappingargreinina, men Rósan kappaðist um heimsmeistaraheitið í short program í heyst, og tað verður ikki seinastu ferð, at tær royna seg í altjóða kapping. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008