VIDEO: Kom við ein biltúr gjøgnum nýggju tunlarnar norður um Fjall

VIDEO: Kom við ein biltúr gjøgnum nýggju tunlarnar norður um Fjall
"Fólk norðanfyri hava verið ótrúliga tolin, meðan nýggju tunlarnir norður um Fjall hava staðið í gerð," ásannar Karl Vang, byggileiðari hjá Landsverki
18.12.2024 - 01:30

Hósdagin verður tilveran hjá fólki norðanfyri, í bygdunum Árnafirði, Norðtoftum, Depli, Norðdepli, Hvannasundi og Viðareiði, kollvelt. 

Tá lata nýggju tunlarnir norður um Fjall upp fyri almennari ferðslu. 

Byggingin av tunlunum hevur verið eitt stórt tak, ásannar Karl Vang, byggi- og verkætlanarleiðari hjá Landsverki. 

"Hetta er eitt stórt prosjekt. Tað er langt. Tað er útvið seks kilometrar langt, og tað hevur gingið nógv fyri seg," greiðir Karl Vang frá, meðan hann koyrir ein biltúr gjøgnum nýggju tunlarnar saman við Bárði Lydersen, ið hevur filmað og klipt. 

"Hetta fer at hava øgiliga stóran týdning fyri fólk norðanfyri. Nú fer at bera til at taka bátar upp við einum stórum kranabili, og tað hevur slett ikki borið til fyrr." 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071