- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðførsla um verjupolitikk
Ráðførsla um verjupolitikk
Seinnapartin fer Høgni Hoydal at ráðføra seg við uttanlandsnevndina um verjumál
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
27.01.2025 - 06:45
Seinnapartin fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at ráðføra seg við uttanlandsnevndina um verjumál.
Fundurin í uttanlandsnevndini er klokkan tvey.
Løgtingið samtykti einmælt í mai í fjør uppskot til samtyktar frá Høgna Hoydal um tjóðartrygdarpolitikk.
Tað sigur millum annað, at Føroyar skulu taka egna ábyrgd í trygdar- og verjupolitikki.
Løgtingið tók undir við, at landsstýrið arbeiðir við tjóðartrygdarpolitikki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV