USA: Kolumbia tók ímóti útvístum migrantum

USA: Kolumbia tók ímóti útvístum migrantum
Líkt var til, at handilskríggj fór at taka seg upp millum USA og Kolumbia, men Hvítu húsini siga nú, at Kolumbia hevur góðtikið amerikonsku treytirnar, og tollurn er strikaður
Donald Trump, forseti, setti 25 prosent revsitoll á vørur úr Kolumbia, men nú er fráboðaði tollurin strikaður.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.01.2025 - 08:01

Tá ið Kolumbia sýtti fyri at lata eitt amerikanskt hernaðarflogfar við útvístum migrantum seta seg, setti Donald Trump, forseti alt fyri eitt 25 prosent revsitoll á vørur úr Kolumbia. 

Kolumbia svaraði aftur við sínum tolli, men slakaði seinni, sigur USA.

Nakrar tímar eftir at londini høvdu staðið stinn móti hvørjum øðrum, siga Hvítu húsini at Kolumbia góðtók amerikonsku treytirnar og tók ímóti ólógligum kolumbiskum migrantum úr USA.

Fráboðaði tollurin var strikaður, men amerikanarar siga, at nøkur revsitiltøk framvegis  eru í gildi móti Kolumbia.

Kolumbiski uttanríkisráðharrin, Luis Gilberto Murillo, fer nú til Washington DC í sambandi við avtaluna við USA.

- Vit fara framhaldandi at taka ímóti kolumbum, sum eru útvístir og venda heimaftur, og at teir fáa sámiligar umstøður sum borgarar við rættindum, skrivar kolumbiska uttanríkisráðið í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878