Ísrael og Libanon leingja vápnahvíldina

Ísrael og Libanon leingja vápnahvíldina
Sambært avtaluni skuldi Ísrael taka sinar deildir úr Suðurlibanon í gjár, men Ísrael megnaði ikki at halda evstamarkið
Ísraelskur stríðsvognur í Libanon. Ísrael hevur ikki tikið sínar herdeildir aftur enn.
 
27.01.2025 - 08:20

Libanon og Ísrael eru samd um at leingja avtaluna um vápnahvíld til 18. februar, siga Hvítu húsini. 

Londini skulu eisini býta um fangar.

Fangabýtið fevnir um libanesarar, sum eru tiknir til fanga, eftir at ósemjan millum Ísrael og Hezbollah-bólkin, sum fær stuðul úr Iran, herdist eftir Hamas-álopið á Ísrael 7. oktober 2023.

Sambært avtaluni um vápnahvíld, sum varð undirskrivað seint í november, skuldu ísraelskar deildir taka seg aftur úr Suðurlibanon í seinasta lagi í gjár, men Ísrael boðaði longu fyrr í hesi vikuni frá, at tað megnar ikki at halda evstamarkið.

Libanski forsætisráðharrin, Najib Mikati, váttaði í nátt, at landið fer framhaldandi at halda vápnahvíldina.

Í gjár var uppaftur størri óvissa um vápnahvíldina, eftir at libanskir myndugleikar søgdu, at ísraelskar deildir høvdu dripið 22 fólk, og 120 vóru særd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878